Fyri júst 15 árum síðani, 16. oktober í 2002 spældi føroyska fótbóltslandsliðið ein tann besta útidystin nakrantíð á Niedersachsen leikvøllinum í Hannover í Týsklandi.
Týskland var risafavorittur aftaná at hava vunnið HM-silvur í HM-endaspælinum. sum var í Japan og Suðurkorea á sumri sama árið. Í HM-finaluni tapti Týskland 0-2 ímóti Brasil, har tann originali Ronaldo veruliga gjørdi vart við seg.
Tað sá einki út í fyrstani. Óli Johannesen gjørdi brotsspark ímóti Carsten Jancker tá bert tveir minuttir vóru farnir av dystinum, og størsta týska stjørnan tá á døgum, Michael Ballack sendi brotssparkið í netið til 1-0.
Beint undan steðginum hendi nakað, sum vit 900 føroysku áskoðararnir, sum vóru á Niedersachsen leikvøllinum ongantíð koma at gloyma. Jákup á Borg sendi ein frálíkan bólt inn til Andrew av Fløtum, sum var staddur í brotsteiginum. Týski bakkurin, Arne Friedrich ætlaði at rudda bóltin út til horna, men hann gjørdist næstan føroysk fólkahetja, tá hann beindi bólti í egið mál, og føroyski fagnaðurin mundi ongan enda fingið.
Vit teir føroysku áskoðararnir sótu aftanfyri rennibreytarsvingið, og sóu tí ikki so væl sum ynskiligt var. Vit vóru vís í, at Andrew av Fløtum hevði skorað, men vit funnu so útav seinni, at talan var um eitt sjálvmál.
Tá ein tími var farin skoraði týska málmaskinan, Miroslav Klose til 2-1 við einum góðum stútara, og so var aftur lagt upp til týska málveitslu, men soleiðis skuldi ikki verða.
Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini hendi nakað, sum vit iðraðu okkum nógv um. John Petersen spældi hegnisliga ein blaðungan Hjalgrím Elttør frían. Hjalgrím fekk bóltin framvið legendariska málverjanum, Oliver Kahn, men ólukkutíð fór bólturin í stongina og út.
Frásøgumaðurin hjá týsku sjónvarpsrásini ARD rópti: "Hjalgrím Elttør! Was machts du doch?" - "Hjalgrím Elttør! Hvat gert tú?". Tá vit sótu og hugdu og lurtaðu eftir týsku frásøgnini frá dystinum nakrar dagar seinni kendist tað næstan sum ynskti týski frásøgumaðurin, at Hjalgrím Elttør skuldi javna.
Tann heilt stóra upplivingin var tó aftaná dystarlok. Túsindtals týskir áskoðarar gingu framvið føroysku áskoðarunum, veittraðu vinarliga og hjartaliga til okkum, og fleiri koyrdu tummilin upp fyri føroyska avrikinum. Mest rørandi var tó løtan, tá ein gamal týskari í rullustóli steðgaði frammanfyri føroysku áskoðarafjøldini, lyfti keppin av høvdinum, og nikkaði nærmast í ærufrykt frammanfyri føroysku áskoðarunum. Hesin gamli lýsti betur enn nakar annar hvussu framúrskarandi føroyska liðið hevði staðið seg í hesum dystinum.
Týsku áskoðararnir buhaðu eftir týsku spælarunum, men tey klappaðu øll fyri føroysku spælarunum. Fyri føroysku spælararnar stendur hetta, sum ein hin besta løtan nakrantíð.
Ein dystur og ein uppliving, ið vit ongantíð koma at gloyma. 36.628 áskoðarar vóru til dystin á Niedersachsen leikvøllinum hetta minniliga kvøldið.
Fá ár seinni var Niedersachsen leikvøllurin umbygdur til ein veruligan fótbóltsleikvøll uttan rennibreyt. Har spældu Føroyar HM-undankappingardyst ímóti Týsklandi, 7. september í 2012. Týskland vann 3-0. Tá kundi ein gleðast um ein nógv betri leikvøll, og ótrúliga uppbakningin føroyska liðið fekk undir dystinum, men sum uppliving kundi dysturin als ikki kappast við dystin, sum var spældur 16. oktober í 2002. Men tá var talan um komandi týsku heimsmeistararnar, sum minni enn tvey ár seinni vunnu HM-gull.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini FOX Sports vísti frá dystinum sama kvøldið, 16. oktober í 2002.
Hevði Hjalgrím Elttør javnað til 2-2, og hevði føroyska liðið hildið úrslitið, so hevði talan verið um eitt úrslit á støði við 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona í 1990, og 1-0 sigurin á Grikkalandi á útivølli í 2014, men so skuldi ikki verða. Kortini stendur dysturin eftir sum eitt hitt fremsta føroyska avrikið á útivølli.
Liðini sum spældu hendan dagin vóru hesi, og staðfestast má, at teir sum mannaðu føroyska liðið eru allir legendir í føroysku fótbóltssøguni. Hjalgrím Elttør og Fróði Benjaminsen spæla framvegis í bestu deildini, og Andrew av Fløtum og Christian Høgni Jacobsen hava verið rundanum effohópar í hesum kappingarárinum:
Týskland: Kahn, A. Friedrich, Ramelow (46. Freier), Wörns, B. Schneider (87. Kehl), Jeremies, D. Hamann, Frings, Ballack, Jancker (69. Neuville), Klose.
Føroyar: Jákup Mikkelsen, Pól Thorsteinsson, Óli Johannesen, Jon Rói Jacobsen, Jens Kristian Hansen, Jákup á Borg (71. Hjalgrím Elttør), Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, John Petersen (87. Helgi L. Petersen), Andrew av Fløtum (78. Christian Høgni Jacobsen).