Video: AB- KÍ 1-1

Her er ein samandráttur frá dystinum á Argjum í gjár

KÍ hevði møguleika at toga seg nærri altjóða atgongumerki, men tað eydnaðist ikki at vinna fulla úrtøku á Argjum. Eftir málleyst fyrra umfar var tað Símun Samuelsen, sum stútaði AB framum.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin (Upptøkurnar eigur Rúni Dam)

 

Lítla løtu seinni javnaði Páll A. Klettskarð til 1-1, sum varð úrslitið. KÍ er á fimta plássi við ellivu stigum, og AB er á níggjunda plássi við fýra stigum.

 

AB-KÍ 1-1 (0-0)

1-0: Símun Samuelsen 50.

1-1: Páll A. Klettskarð 56.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

AB: Heðin Stenberg – Søren Samuelsen, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Jónas Stenberg - Bárður Olsen, Dan í Soylu, Aron Clementsen -  Árni G. Nielsen (Bjarki Nielsen, 63.), Karstin Højgaard (Martin Midjord, 87.), Símun Samuelsen (Bjarni Skála, 90.)

Gult kort: Sørin Samuelsen, Aron Clementsen

Venjari: Trygvi Mortensen

 

KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Ísak Simonsen (Atli Danielsen, 81.) – Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen (Niels Pauli Danielsen, 53.) – Jóannes Bjartalíð, Súni Olsen, Heðin Klakstein (Hjalgrím Elttør, 46.) – Páll A. Klettskarð

Gult kort: Hjalgrím Elttør

Venjari: Mikkjal Thomassen