Video: Andorra skeyt dreymamál ímóti Sveis

(Sveis) Andorra vardi væl og tapti bert 1-2 á heimavølli ímóti oddaliðnum í okkara bólki, Sveis

Tey, sum halda, at trý trygg stig bíða Føroyum í útidystinum í Andorra tann 25. mars komandi ár mistaka seg. 

 

Spælararnir hjá litla fjallalandinum verja væl á heimavølli, og teir lata ikki nógv mál inn á heimavølli. Andorra tapti 0-6 ímóti Portugal fríggjakvøldið, men teir reistu seg væl og virðiliga á heimavølli ímóti Sveis ígjár, har teir bert taptu 1-2, og góvu føroysku spælarunum boð um, at skal ein sigur fáast í Andorra, leygardagin 25. mars, so skal arbeiðast hart fyri honum. 6. september tapti Andorra tepurt 0-1 til Lettland uppá eitt verjumistak, so teir lata ikki nógv mál inn á heimavølli.

 

Alexandre Martinez skeyt eitt dreymamál fyri Andorra, tá hann við einum dundurhøggi uttanfyri brotsteigin meddaði bóltin upp í handara málhornið.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá HM-undankappingardystinum millum Andorra og Sveis, sum Sveis vann 2-1.

 

Sveis hevur 9 stig í HM-undankappingarbólki B, Portugal hevur 6 stig, Ungarn og Føroyar hava 4 stig hvør, Lettland hevur 3 stig, meðan Andorra framvegis einki stig hevur.