Petur Knudsen var skiftur inn í 64. minutti, og við tíðini dómarin hevði lagt aftrat fekk Petur ein hálvan tíma á vøllinum, tá lið hansara, Lyngby leikti javnleik 1-1 móti Fredericia á heimavølli í fyrsta dystinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í 2022.
Fredericia legði seg á odda tá 32 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki skoraði Frederik Gytkjær ársins mál fyri Lyngby. Væl uppdekkaður í brotsteiginum hjá Fredericia eydnaðist tað Gytkjær at saksasparka bóltin uppum verjuspælararnar og málverjan hjá Fredericia og í málið. Eitt mál í heimsflokki.
Petur Knudsen legði upp til onkran góðan málmøguleiki, men tikið var ikki av møguleikanum.
Lyngby er næstovast í deildini við 37 stigum, fimm stig aftanfyri oddaliðið, Helsingør.
HER BER TIL AT SÍGGJA HÆDDARPUNKTINI FRÁ DYSTINUM:
##med2##