Video: B36 og KÍ deildu stigini

Her er samandrátturin frá dystinum í Gundadali millum B36 og KÍ

B36 og KÍ spældu í dag javnleik 1-1 í Gundadali í 2. umfari í Effo-deildini. Tað var nakað vátt og eitt sindur av vindi. Tað ávirkaði spælið nakað, men hóast tað vóru nógvir áskoðarar til dystin.

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

Semir Hadzibulic legði KÍ framum við fínum langskoti stutt undan steðginum. Eftir hvíldina legði B36 nógv fyri, og tað eydnaðist at javna, tá ið Róaldur Jakobsen umsetti brotsspark til mál.

B36-KÍ 1-1 (0-1)

0-1: Semir Hadzibulic

1-1: Róaldur Jakobsen br

TB/FCS/Royn 6 stig

HB og Víkingur 4 stig

ÍF 3 stig

KÍ, Skála og B36 2 stig

NSÍ og EB/Streymur 1 stig

07Vestur 0 stig

Triðja umfar:

8. apríl

B36-NSÍ

9. apríl

EB/Streymur-TB/FCS/Royn

ÍF-HB

Víkingur-Skála

07Vestur-KÍ