VIDEO: Bjartalíð skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum FC Kyzylzhar-Jenis 4-0 (1-0)

Jóannes Bjartalíð var ikki til at steðga í bestu kasakisku fótbóltsdeildini í dag.

 

Jóannes og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar vunnu á heimavølli 4-0 á FC Jenis (úttalast "Zhenis"). 

 

Jóannes skoraði til 2-0 og 4-0, tá hann hegnisliga var spældur leysur og gagnnýtti støðurnar. Jóannes legði upp til 1-0 málið hjá Anatoliy Kozlenko við einum góðum frísparki, ið var stútað í netið. Tá Aslan Adil økti til 3-0 legði Jóannes upp til málið við einari genialari fríspæling.

 

FC Kyzylzhar er nummar fimm í deildini við átta stigum. Kairat Almaty er fremst í deildini við 11 stigum. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum FC Kyzylzhar-Jenis 4-0 (1-0), og góða avrikið hjá Jóannesi:

 

##med2##