VIDEO: BK Häcken fekk góðan sigur undan dystinum móti KÍ

(Video) Síggj hæddarpunktini frá oddauppgerðini í bestu svensku fótbóltsdeildini

Leygardagin fekk BK Häcken eina góða upptakt til seinna dystin móti KÍ í øðrum undanumfarinum í Champions League, ið verður leiktur klokkan 18 í annaðkvøld.

 

BK Häcken tók í leygardagin móti oddaliðnum í bestu svensku fótbóltsdeildini, Elfsborg á Bravida Arena leikvøllinum. 

 

Dysturin endaði 3-1 til BK Häcken, ið nú er næstfremst í bestu svensku fótbóltsdeildini við 38 stigum, bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, Elfsborg.

 

Ibrahim Sadiq sum var vandamiklasti leikarin hjá BK Häcken í dystinum við Djúpumýru var vístur út í dag, tá 40 minuttir vóru leiktir. Tá var støðan javnleikur 1-1. Kortini eydnaðist tað BK Häcken við 10 monnum at vinna 3-1 á oddaliðnum, Elfsborg. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum BK Häcken-Elfsborg 3-1 (1-1) : 

 

##med2##