HB vann í dag 3-0 á AB í 7. umfari í Effo-deildini. Fróði Benjaminsen legði HB á odda aftaná 19 minuttir. Hóast HB hevði bóltin meiri, so kom AB til fleiri góðar málmøguleikar, men serliga málverjin hjá HB, Teitur M. Gestsson, stóð í vegin.
Les eisini: Kristin R. Mouritsen og Heðin Stenberg um løgna 2-0 málið
Tað endaði við, at HB avgjørdi dystin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Kristin R. Mouritsen taklaði bóltin í málið til 2-0. Tað var fyrrverandi HB miðvallarin, Kári Nielsen, sum skuldi sparka vekk í egnum 5-metri, tá hann bleiv taklaður og bólturin endaði í málinum.
Les eisini: B36 oddalið í Effo-deildini
Móri endanum økti innskifti Tróndur Jensen til 3-0. HB var eina løta á fyrsta plássi, men B36 tók oddasessin aftur við 3-1 sigri á EB/Streymi.
Effo-deildin: 7. umfar
Víkingur-ÍF 1-1 (1-1)
1-0: Bárður Hansen 7.
1-1: Karl Løkin 35.
NSÍ-KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Henry Heinesen 26.
1-1: Debes Danielsen 90.+3.
Les eisini: Samandráttur dystinum
Les eisini: Eftirmeting av dystinum
B68-Skála 0-0
Les eisini: (Video) Samandráttur frá dystinum
Les eisini: (Video) Eftirmeting av dystinum
B36-EB/Streymur 3-1 (1-0)
1-0: sjálvmál
2-0: Adeshina Lawal
3-0: Jákup á Borg
3-1: Egil á Borg
AB-HB 0-3 (0-1)
0-1: Fróði Benjaminsen 20.
0-2: Kristin R. Mouritsen 55.
0-3: Tróndur Jensen 90.+3.
Støðan í Effo-deildini:
1. B36 17
2. HB 15
3. KÍ 13
4. NSÍ 11
5. ÍF 10
6. EB/Streymur 9
7. Víkingur 7
8. B68 5
9. AB 4
10. Skála 3
Komandi umfar:
9. mai
Víkingur-NSÍ
11. mai
KÍ-B36
B68-HB
Skála-ÍF
EB/Streymur-AB