VIDEO: FH vann tryggan sigur í Keflavík

(Video) Síggj málini frá dystinum Keflavík-FH 1-3 (1-1)

Tvey føroyingalið taptu og eitt føroyingalið vann í pepsideildini í Íslandi hetta leikumfarið.

 

Gunnar Nielsen vardi málið og Brandur H. Olsen fekk 80 minuttir á vøllinum, tá lið teirra FH vann 3-1 á Keflavík á útivølli. Jákup Thomsen sat á beinkinum allan dystin. Brandur átti stóran lut í triðja málinum hjá FH, tá eitt skot hjá honum bleiv avrættað í egið av einum verjuspælara hjá Keflavík.

 

René Shaki Joensen fekk 65 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, Grindavík tapti 1-3 ímóti Fylkir á útivølli í kvøld. Tá René var skiftur út var støðan 2-1 til Fylkir.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 70 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, ÍBV tapti 1-4 ímóti KR á útivølli. Longu í steðginum var KR á odda 3-0. 

 

Komandi sunnudag tekur FH ímóti KR. ÍBV tekur ímóti Víkingi Reykjavík, og Grindavík spælir á útivølli ímóti Breiðablik. 

 

HERber til at síggja málini frá dystinum Keflavík-FH 1-3 (1-1).

 

1Valur17115136:16382Stjarnan17105239:20353Breiðablik18 1044    29:16344KR1886429:17305FH1876528:26276Grindavík1873820:26247KA1865728:23238ÍBV1864820:22229Víkingur R.1855821:332010Fylkir1854921:321911Fjölnir1837820:321612Keflavík1804148:364