Video: Filmur sum Dugni hevur gjørt um Kærleikskúluna

-Jørðin er ein kúla full av kærleika

Í ár varð kærleikskúlan handað Herberginum, Martin Kúrberg, dagligur leiðari á Herberginum, tók ímóti henni. Á hátíðarhaldinum bleiv eisini avdúkað, at tað er listakvinnan Guðrið Poulsen, ið hevur sniðgivið kúluna í ár. 

 


- Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini, skrivar Dugni um kærleikskúluna.

 

 

Dugni hevur gjørt hetta sjónbandið í samband við avdúkingina í ár