VIDEO: Føroyar-Spania 0-10 (0-3)

(Video) Síggj hæddarpunktini frá HM-undankappingardystinum millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Spania

Tað vóru nakrir stórsigrar í HM-undankappingardystunum hjá kvinnunum í Evropa ígjár. Noreg vann 10-0 á Armenia, Danmark vann 7-0 á Malta, og Spania vann 10-0 á Føroyum á Tórsvølli.

 

Tølini siga, at tað vóru fleiri klassar á muni millum føroyska kvinnulandsliðið og Spania, sum á altjóða styrkislistanum er nummar tíggju, og sum serliga í seinna hálvleiki spældi sum fyri lívinum.

 

Týskvøldið verður Skotland á útivølli mótstøðuliðið. Skotar eiga betri lið enn Føroyar, men tað eiga at vera vánir fyri frægari úrsliti enn í kvøld.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum á Tórsvølli ígjár:

 

##med2##

 

Føroyar - Spania 0-10 (0-3)

 

HM undankappingardystur á Tórsvølli 

 

0-1: Amaiur Sarriegi Isasa 7.

 

0-2: Irene Guerrero San Martin 8.

 

0-3: Amaiur Sarriegi Isasa 32.

 

0-4: Alexia Putellas 50.

 

0-5: Amaiur Sarriegi Isasa 55.

 

0-6: Lucía García 58.

 

0-7: Amaiur Sarriegi Isasa 60.

 

0-8: Patricia Guijarro 64.

 

0-9: Mariona Caldentey 70.

 

0-10: Laia Aleixandri 95.

 

Dómarabólkur úr Írlandi: Paula Brady, Michelle O`Neill, Olivia Sneyd og Claire Purcell

 

Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ – Julia Naomi Mortensen, AGF Aarhus, Rakul Maria Johannesen, B36, Birita Ryan, KÍ, Sarita Maria Mittfoss, HB, Ásla Johannesen, AGF Aarhus – Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur, Sanna Svarvadal, KÍ (Olga Kristina Hansen, B36, 82.), Heidi Sevdal, NSÍ (Maria á Lakjuni, Víkingur, 59.), Lea Lisberg, EBS/Skála (Eyðvør Klakstein, KÍ, 82.) – Maria Biskopstø, KÍ (Durita Hummeland, KÍ, 59.) 

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, Valborg Østerø, Tóra Mohr, Katrina Svartá Hansen

 

Venjari: Lene B. Terp