Í seinasta heimadystinum í hesum kappingarárinum í bestu norsku fótbóltsdeildini taptu Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í Fredrikstad tepurt á heimavølli 0-1 fyri oddaliðnum, Viking Stavanger.
Fredrikstad, har imillum Jóannes sjálvur, høvdu góðar málmøguleikar, men Viking hevði neyðugu marginalarnir við sær, og teir kunnu nú tryggja sær fyrsta meistaraheitið í 34 ár, um teir vinna á Vaalerenga á heimavølli komandi sunnudag.
Fredrikstad endar kappingarárið á Aspmyra leikvøllinum í Bodø komandi sunnudag í dysti móti næstfremsta liðnum í deildini, Bodø/Glimt. Bodø/Glimt er eitt stig aftanfyri Viking Stavanger.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Fredrikstad-Viking Stavanger 0-1 (0-1). Ein góð atsókn hjá Jóannesi sæst í samandráttinum:
##med2##











