Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í Molde spældu fyrr í dag torføran dyst á útivølli móti Molde í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Fredrikstad at vinna dystin 2-1. Jóannes kom á vøllin í 72. minutti.
Stian Molde legði Fredrikstad á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. So Molde skoraði móti Molde! Oskar Öhlenschläger økti til 2-0 beint undan steðginum, tá hann skoraði upp á ein returbólt aftaná hann hevði brent eitt brotsspark. Molde minkaði um munin í 91. minutti, men kom ikki nærri einum stigi.
Fredrikstad er nummar fimm í deildini við 30 stigum fyri 20 dystir.
Komandi leygardag klokkan 13 hevur Fredrikstad heimadyst móti gamla liðnum hjá Rógva Baldvinsson, Meinhardi E. Olsen og Noah Mneney, Bryne.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Molde-Fredrikstad 1-2 (0-2):
##med2##