Nú hava Froja & Sarah útgivið nýggjan sang, sum tær eisini hava gjørt nýggja video til.
Fríða er úr Klaksvík, men búsitandi í Danmark, og hon hevur bólk saman við donsku vinkonuni Sarah. Saman kalla tær seg Froja & Sarah. Tær luttóku í fjør í MGP – danska barnaprixnum – og síðani hava tær givið fleiri sangir út.
Teirra tónleikur er væl dámdur, og tað sæst millum aftur á YouTube, har tær hava 1,5 milliónir spælingar.
Froja & Sarah hava sáttmála við stórt umboðsfelag í Danmark, sum eisini umboðar Medina, Christopher, Carpark North og Nik & Jay.
Nýggi sangurin hjá Froja & Sarah kallast ”Med og uden dig”, og tú kanst síggja video av sanginum við at trýst á pílin í myndini omanfyri.