VIDEO: Füchse Berlin-Balingen Weilstetten 35-34 (Samandráttur)

(Video) Soleiðis helt Füchse Berlin fast í oddasessinum í bundesliguni

Sunnudagin høvdu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin tað meir enn strævið í dystinum á heimavølli móti botnproppinum í bundesliguni, Balingen Weilstetten.

 

Tað eydnaðist Füchse Berlin at vinna ein tepran 35-34 (18-16) sigur á Balingen Weilstetten. Hákun skoraði tvey mál í dystinum.

 

Füchse Berlin er fremst í bundesliguni við 45 stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri Magdeburg, ið hevur 44 stig. Magdeburg hevur tó spælt ein dyst færri.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum ígjár millum Füchse Berlin og Balingen Weilstetten:

 

##med2##