VIDEO: Fyrsta málið hjá Jóannesi Bjartalíð í kasaksiskum fótbólti

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Kyzylzhar-Kaspij Aktau 2-1 (0-1)

Mynd: FC Kyzylzhar

Jóannes Bjartalíð hevur spælt fyrsta kappingardystin við FC Kyzylzhar í bestu kasakisku fótbóltsdeildini, og talan gjørdist um eina dreymabyrjan í dysti á heimavølli móti Kaspij Aktau.

 

Tá klokkan vísti 89 minuttir fekk Jóannes eina góða sending frá Gleb Valgushev, og hann setti fleiri verjuleikarar av, og sendi bóltin framvið málverjanum og í netið til sigursmálið 2-1 til FC Kyzylzhar.

 

Jóannes var ikki við frá byrjan, men kom á vøllin eftir steðgin.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Njótið málið hjá Jóannesi Bjartalíð:

 

##med2##

 

Mynd: FC Kyzylzhar