Video: Fyrsta tapið í fimm ár

Her er samandrátturin frá dystinum millum B36 og Víking

Meistaraliðið Víkingur, sum hevur verið í steypafinaluni fimm tey undanfarnu árini, verður ikki partur av finaluni í ár. Tað varð staðfest, tá ið B36 í Gundadali vann 1-0 ímóti Víkingi.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

 

Einasta málið skoraði B36 miðvallarin Eli Falkvard Nielsen í áttanda minutti. Víkingur spenti álopsbogan fram ímóti dystarenda, og tað varð meiri broddur í Víkinga álopinum, eftir at Andreas Lava Olsen varð skiftur inn, men tað varð bara tað eina málið.

 

Víkingur hevði ikki tapt ein avgerandi dyst í vanligari leiktíð í kappingini um Løgmanssteypið í fimm ár.

 

B36-Víkingur 1-0 (1-0)

1-0: Eli Falkvard Nielsen