Nýggja liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, Skhupi tók sunnudagin á heimavølli móti Voska Sport í dysti í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini.
Skhupi vann ein trivaligan 3-0 sigur. Í steðginum var heimaliðið á odda 2-0.
Tá 55 minuttir vóru leiktir og støðan var 3-0 kom Jóan Símun Edmundsson á vøllin at spæla sín fyrsta kappingardyst fyri Skhupi.
- Deiligt at fáa so nógva spælitíð longu nu tá ið eg ikki havi havt nakran ordiligan uppstart, og so havi eg eisini havt trupuleikar í vikuni upp til dystin, sigur Jóan Símun í stuttari viðmerking til in.fo.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Jóan Símun hevur troyggju nummar 14:
##med2##