Video: Gerandisrokið á skúlanum á Trøðni

Skúlin á Trøðni hevur gjørt ein upplýsandi film um gerandislívið á skúlanum

Skúlin á Trøðni hevur gjørt ein upplýsandi film um gerandislívið á skúlanum, sum tey kalla “Skúlin á Trøðni - eitt fantastiskt tilboð”. Sagt verður, at filmurin skal lýsa “gerandisrokið á skúlanum”.

 

Síggj filmin við at trýsta á pílin á myndini

 

Í filminum fortelja næmingar, foreldur og lærarar hvussu tey uppliva Skúlan á Trøðni. Filmurin er næstan fýra minuttir langur.

 

Skúlin á Trøðni er ein skúli fyri børn við serligum avbjóðingum. Í filminum fortelur ein næmingur millum annað, at tey eru øll vinir, sum ganga har. Foreldrini vísa á, at næmingurin hevði stórar trupulleikar við at lesa, men at tað ikki er ein avbjóðing í dag.