VIDEO: Gilli og Brann taptu í Stavanger

(Video) Enn eru teir í Brann Bergen ikki heilt leysir frá triðaftasta plássinum, ið merkir ein upp- og niðurflytingardyst móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini

Gilli Rólantsson fekk góðar 10 minuttir á vøllinum tá lið hansara, Brann Bergen í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini tapti 0-2 móti Viking Stavanger.

Rogalendingarnir vóru á odda 2-0 tá Gilli kom á vøllin, og Viking hevði fult tamarhald á dystinum.

 Viking Stavanger - Brann Bergen 2-0 (1-0)

1-0: Veton Berisha (17.)
2-0: Ylldren Ibrahimaj (66.)

Teir í Brann Bergen hava tríggjar dystir eftir at spæla. Enn eru teir í Brann Bergen ikki heilt leysir frá triðaftasta plássinum, ið merkir ein upp- og niðurflytingardyst móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini. Brann Bergen hevur sjey stig niður til Strømsgodset, ið liggur á triðaftasta plássinum. 

Komandi sunnudag tekur Brann Bergen móti Sarpsborg 08, ið liggur eitt stig aftanfyri Brann Bergen.

Støðan í botninum í bestu norsku fótbóltsdeildini:

8FK Haugesund27 dystir105123444-1035 stig
9Stabæk2781093238-634
10Brann Bergen27 dystir87123646-1031 stig
11Sandefjord2694132840-1231
12Sarpsborg 082786133237-530
13Start2768133250-1826
14Strømsgodset2659123249-1724
15Mjøndalen2763182244-2221
16Aalesund2725202876-4811

 HER BER TIL AT SÍGGJA HÆDDARPUNKTINI FRÁ DYSTINUM: 

<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1126278&amp;mediaId=c3ed6ce5-00090137-f5a6aaaf&amp;pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>