Video: Gilli og liðfelagarnir tóku ikki av møguleikunum

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Brann Bergen-Aalesund 1-1 (1-0) her

TRÝST á HESA leinkjuna: http://www.brann.no/nyheter/tv-se-alle-sjansene

 

og síggj hæddarpunktini frá dystinum í norsku tippuliguni millum Brann Bergen og Aalesund, sum var spældur á Brann leikvøllinum í Bergen fyrr í dag. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Í steðginum var Brann á odda 1-0 við einum sjálvmáli, sum kom í 34. minutti. Brann var á sigurskós heilt fram til 10 minuttir vóru eftir, tá Edwin Gyasi javnaði fyri Aalesund.

 

Gilli R. Sørensen spældi allan dystin fyri Brann, og hann og liðfelagarnir høvdu ríkiligt av málmøguleikum til at tryggja sær ein sigur. Tíbetur fyri Brann fekk oddaliðið, Rosenborg bert javnleik 1-1 á útivølli ímóti Vålerenga, og tí eru teir í Brann framvegis bert eitt stig aftanfyri Rosenborg.

 

Komandi mikukvøld spælir Brann dyst í norsku steypakappingini ímóti Nest-Sotra. 

 

Støðan í tippuliguni: 

 

1Rosenborg10631 15:621
2Brann Bergen10622 23:920
3Sarpsborg10622 21:1120
4Odd10604   11:1118
5Stabæk9522   15:1017
6Aalesund10523 14:1117
7Tromsø11   443  14:1416
8Molde10424  15:1414
9Vålerenga10415  12:1513
10Sandefjord10415  12:1713
11Sogndal10325  14:1611
12Haugesund10325 13:1611
13Kristiansund10325   9:1511
14Strømsgodset102449:1410
15Lillestrøm102268:158
16Viking101187:184