VIDEO: Gilli og Odd taptu fyri Molde á heimavølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Odd-Molde O-2 (0-1)

Gilli R. Sørensen var 68 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelgarnir í Odd taptu 1-2 fyri toppliðnum, Molde á heimavølli. 

 

Molde kom á odda við einum sjálvmáli tá 14 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Tíðliga í seinna hálvleiki økti Molde til 2-0.

 

Tá eitt stórt korter var eftir fekk Tobias Lauritsen spenning í dystin aftur við at minka um munin til 1-2, men nærri kom Odd ikki.

 

Odd liggur fimtaftast í bestu norsku fótbóltsdeildini við 12 stigum, fimm stig omanfyri næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina.

 

Komandi sunnudag spælir Odd á útivølli móti Vålerenga.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Odd-Molde 1-2 (0-1) :

 

##med2##