Tá Slovenia vann 41-40 í okkara EM-bólki, innleiðandi bólki D var talan um málríkasta dystin nakrantíð í einum EM-endaspæli.
Tað metið er longu sligið. Fyrr í dag vann Frakland í Boxen í Herning ein ótrúligan 46-38 sigur á Portugal í EM-millumbólki 1. Frakland var á odda heili 28-15 í steðginum.
Heili 84 mál vóru skotin í hesum dystinum, og tað er nýtt EM-met.
Dika Mem var toppskjútti hjá Fraklandi við átta málum. Toppskjútti hjá Portugal við fimm málum hvør vóru Victor Iturriza, Salvador Salvador, Frade Luis og Diogo Branquinho.
Jóhan á Plógv Hansen skoraði trý mál.
Danmark vann í sama bólki 36-31 á Spania. Í steðginum var Danmark á odda 16-14. Emil Nielsen, ið hevði eitt bjargingarprosent á 32 prosent var valdur til dagsins leikara.
Toppskjútti hjá Danmark við átta málum var Emil Jakobsen. Marcos Fis var við níggju málum toppskjútti hjá Spania.
Frakland, Danmark og Týskland hava fýra stig hvør. Noreg og Portugal hava tvey stig hvør, og Spania er aftast við ongum stigi.
Skráin fyri EM-millumbólk 1:
Hósdagin 22. januar:
Týskland – Portugal 32-20
Spania – Noreg 34-35
Frakland – Danmark 29-32
Leygardagin 24. januar:
Frakland – Portugal 46-38
Spania – Danmark 31-36
19.30: Týskland – Noreg
Mánadagin 26. januar:
14.30: Portugal – Noreg
17.00: Spania– Frakland
19.30: Týskland – Danmark
Mikudagin 28. januar:
14.30: Spania – Portugal
17.00: Týskland – Frakland
19.30: Danmark – Noreg
HER ber til frá Eurohandball at síggja samandráttir frá sigrunum hjá Fraklandi og Danmark í Boxen í Herning í dag:
##med2##
##med3##











