VIDEO: Liðið hjá Janu er framvegis ósigrað í European League

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Viborg-Corona Brasov 33-33 (17-19)

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í dag dyst á heimavølli í bólki D í EHF European League. 

 

Viborg leikti javnt 33-33 móti rumenska liðnum, Corona Brasov sum var á odda 19-17 í steðginum.

 

Jana skoraði trý mál upp á sjey málroyndir. 

 

Viborg er fremst í bólkinum við fýra stigum. Franska liðið, Dijon hevur trý stig, Corona Brasov hevur trý stig, og pólska liðið, Zaglebie hevur einki stig.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 hava Jana og liðfelagarnir dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini. Tá koma Rakul Wardum og hennara liðfelagar í Ringkøbing á vitjan.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Viborg-Corona Brasov 33-33 (17-19). Jana við nummar 77 á rygginum sæst leggja upp til nøkur mál í samandráttinum:

 

##med2##