VIDEO: Gunnar Nielsen er við í stuttligari fótbólts-videolýsing

(Video) Gunnar Nielsen, Gummi Ben og fremstu leikmenn og leikkvinnur í Bestu deildunum í Íslandi taka lut í stuttligu videolýsingini

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen sum nú fer í holt við sítt áttanda kappingarár í bestu íslendsku fótbóltsdeildini tekur lut í einari stuttligari videolýsing fyri Bestudeildina í fótbólti hjá bæði monnum og kvinnum. 

 

Gunnar Nielsen, legendariski sjónvarpsfrásøgumaðurin, Gummi Ben og fremstu leikmenn og leikkvinnur í Bestu deildunum í Íslandi taka lut í stuttligu videolýsingini.

 

Um videolýsingina greiðir Gunnar Nielsen frá: - Teir (Besta deildin) hava fingið íblástur frá bardaganum sum fer fram í filminum "Anchorman". Alt gongur fyri seg í ein parkeringskjallara.

 

Fyrst koma venjararnir hjá Breiðablik og Víkingi og síðani koma fleiri kvinnur og menn, ið umboða tey ymisku liðini í Bestu deildunum hjá kvinnum og monnum.

 

Eg sjálvur, venjarin og ein annar leikari hjá FH koma so á motorsúkklum. Brotið har eg sigi okkurt er á hálvum føroyskum og íslendskum. Brotið kemur fyri 1:04 minutt inni í klippinum. Eg sigi við hini liðini, at FH-ingar ætla at “knúsa” tykkum sundur og saman. Hetta skal ímynda, at tað eisini verður sagt "knúsa" á íslendskum, men á íslendskum merkir "knúsa" at "klemma", so tað sum eg endi við at siga er, at vit í FH ætla að klemma leikararnar á hinum liðunum sundur og saman. Fyrrverandi málmaðurin á íslendska landsliðnum, Hannes Þór Halldórsson hevur skrivað og leikstjórnað videolýsingina, greiðir Gunnar frá. 

 

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH sleppa at skjóta kappingarárið í Bestu deildini í gongd 2. páskadag klokkan 20.15 tá teir á útivølli spæla móti meistaraliðnum, Víkingi Reykjavík.

 

Komandi týskvøld spæla Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Akranesi á útivølli móti Stjørnuni. Sama kvøldið spæla Patrik Johannesen og liðfelgarnir í Keflavík á útivølli móti Breiðablik.

 

Komandi mikukvøld spæla Hallur Hansson og liðfelagarnir í KR móti Fram á útivølli. 

 

HER ber til at síggja og hoyra sera stuttligu videolýsingina: 

 

##med2##