Video: Hallur Hansson skeyt eitt gott mál

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-OB 1-1 (1-0) her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá føroyingauppgerðini í donsku superliguni millum AC Horsens og OB í Horsens, sum endaði við javnleiki 1-1. 

 

Hallur Hansson legði AC Horsens á odda við einum góðum skoti frá brotsteigarmarkinum. Hallur Hansson fekk eina góða sending frá Lasse Kryger. Jóan Símun Edmundsson var við í nógvum hjá OB, og hann legði eisini upp til onkran góðan málmøguleika.

 

Báðir teir føroysku landsliðsspælararnir vóru við allan dystin. Í seinna hálvleiki fekk Hallur Hansson eitt gult kort.

 

Sunnudagin 5. mars spælir AC Horsens í Parkini ímóti FC Keypmannahavn. Mánakvøldið 6. mars tekur OB ímóti AaB í Odense.


Støðan í donsku superliguni: 

 

1FCK22  1660   46:8   54
2Brøndby22127343:1743
3Midtjylland23106741:2536
4Lyngby22104821:1934
5Randers FC2395925:2832
6SønderjyskE2279625:2930
7AaB2285923:3129
8AC Horsens2377928:3728
9Silkeborg2269727:3527
10Nordsjælland2267930:3625
11AGF22651129:3423
12OB23571120:3022
13Esbjerg22571026:4222
14Viborg22461223:3618