Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens gjørdu eitt rimmar comeback í donsku superliguni í dag, tá teir á útivølli vunnu 4-2 á Viborg aftaná Viborg hevði verið á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Støðan í steðginum var 2-1 til Viborg.
Serge Deble legði Viborg á odda 1-0 og 2-0 innan níggju minuttir, tó eydnaðist tað Lasse Kryger at minka um munin til 1-2. Íslendski Kjartan Finnbogason javnaði til 2-2 fyri AC Horsens upp á brotsspark. André Bjerregaard legði AC Horsens á odda 3-2 við dagsins máli, tá hann lyfti bóltin uppum ein Viborg verjuleikara og meddaði bóltin í kassan. Lasse Kryger staðfesti sigurin við at skora til 4-2 við góðum skoti, sum fór í handaru stong og inn.
Áðrenn AC Horsens skoraði til 4-2 hevði Hallur Hansson ein framúr góðan stútara, sum bleiv væl bjargaður av málverjanum hjá Viborg FF.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini og onnur hæddarpunkt frá dystinum. Síggj eisini góða stútaran hjá Halli Hanssyni.
AC Horsens er nummar seks í donsku superligun við 13 stigum fyri átta dystir. Sunnudagin 18. september tekur AC Horsens á heimavølli ímóti FC Keypmannahavn.