Á Gjemselund leikvøllinum í Kongsvinger leikti Strømsgodset við Mattiasi H. Lamhauge í málinum javnt 4-4 móti Kongsvinger í toppdystinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Í steðginum var Strømsgodset á odda 2-1.
Gamli B36- og HB leikarin, Sebastian Pingel skoraði hattrick fyri Strømsgodset.
Strømsgodset og Kongsvinger eru fremst í deildini við 27 stigum hvør. Strømsgodset hevur tó betri málmun.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá toppdystinum í Kongsvinger. Á upptøkuni síggjast tvær bjargingar hjá Mattiasi. Serliga tann seinna er framúr góð:
##med2##











