VIDEO: "Heartbreak for the Faroes" (samandráttur)

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Slovenia-Føroyar 30-27 (16-15)

Mynd: Ritzau Scanpix

Aftaná eitt minniligt avrik við trimum stigum, harímillum fyrsta endaspælssigrinum nakrantíð, so mugu okkara reystu hondbóltsmenn ferðast heim aftaná 27-30 (15-16) tap fyri Slovenia í triðja og seinasta dystinum í innleiðandi bólki D. 

 

Føroysku viðhaldsfólkini prógvaðu enn einaferð, at tey eru heimsins bestu. Fyri Malmö bý er tað so ikki ein vinningur, at Føroyar eru úti av kappingini. 

 

17-málstapið hjá Montenegro 26-43 (16-22) kostaði Føroyum víðari luttøku, tí okkara høvdu ein málmun, ið var fýra mál verri enn Sveis. 

 

Tað ljóðar frá keldu in.fo hevur í Oslo, at leikararnir hjá Montenegro hildu veitslu ígjár. Seinni hálvleikurin móti Sveis var, ið hvussu er ógvuliga margháttligur, veit áskoðari til tann dystin at siga okkum. 

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen um dystin hjá Føroyum móti Slovenia. 

 

Slovenia - Føroyar 30-27 (16-15) - EM dystur, bólkur D.

 

Føroyskir málskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Óli Mittún 7, Hákun West av Teigum 4, Leivur Mortensen 2, Vilhelm Poulsen 2, Teis Horn Rasmussen 2, Allan Norðberg 1

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá triðja og seinasta EM-dystinum hjá føroyska manslandsliðnum, ið enda við orðunum: "Heartbreak for the Faroes":

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix