TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Fremad Amager og Skive, sum spældu dyst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini ígjár. Heini Vatnsdal var við á liðnum hjá Fremad Amager frá dystarbyrjan, men beint undan steðginum mátti hann út við skaða.
Hendingin sæst á hesari upptøkuni hjá Fremad Amager um spolað verður fram til tríggjar minuttir og 20 sekund. Heini Vatnsdal mátti út við skaða dagin fyri Lars Olsen kunngjørdi landsliðshópin, sum Heini avgjørt var kandidatur til.
Heini Vatnsdal mátti beina leið á skaðastovuna aftaná keðiligu hendingina.
Skive-spælarin, sum sparkaði Heina í høvdið fekk bara gult kort fyri hendingina.
Fremad Amager vann annars dystin 1-0 við einum máli, sum Olcay Senoglu skoraði longu tá tríggir minuttir vóru farnir av dystinum.
Komandi sunnudag verður føroyingauppgerð millum Vejle og Fremad Amager í Vejle.
Støðan:
1
10
9
21
2
10
5
20
3
10
9
19
4
10
7
18
5
10
2
15
6
10
-7
15
7
10
4
14
8
10
1
14
9
10
-5
12
10
10
-6
8
11
10
-12
8
12
10
-7
4