Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal seinast í november kappast í EM-endaspælinum, ið verður spælt í døgunum 28. november til 15. desember í Eysturríki, Sveis og Ungarn.
Talan verður um fyrsta endaspælsluttøkuna nakrantíð hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti.
Eysturríksku, sveisisku og ungarsku vertirnir hava valt eitt stórt hitt frá 20. øld sum EM-sangin til EM-endaspælið síðst í hesum árinum.
EM-sangurin er eitt risastórt 40 ára gamalt hitt frá 1984.
Talan er um heimskenda travaran: "Live is Life" hjá eysturríkska tónleikabólkinum, OPUS.
So fáa vit at síggja - og hoyra - um "Alright" hjá Danny and The Veetos eisini fer at finna vegin til Eysturríki, Sveis og Ungarn, sum ein upphitingarsangur hjá føroysku kvinnunum.
##med2##