Video: Her er umstrídda málið

Nú ber til at síggja málið, sum KÍ arar siga ongantíð varð

Uttan iva mest umtalaða støðan í 13. umfari í Effo-deildini kom í dystinum í kvøld millum AB og KÍ, tá argjamenn javnaðu í yvirtíðini. Fleiri vitni vilja verða við, at bólturin ongantíð fór um málstrikuna.

 

Les eisini: Meinhardt: Tað var ikki mál

 

Úrslitið á Argjum var 1-1. AB javnaði í síðstu sekundunum. KÍ spælararnir tóktust fullvísir í, at bólturin ikki hevði verið innanfyri strikuna. Dómarin tosaði við linjuverjan, sum segði seg vera vísan í søkini, og so dømdi dómarin mál, og harvið endaði tað 1-1.

 

Les eisini: Atli Danielsen: Bólturin var ikki inni

 

Heðin á Lakjuni varð vístur av vølli fyri at mótmæla, og eftir at dómarin hevði bríkslað fyri siðstu ferð varð Henry Heinesen rikin av vølli fyri at mótmæla.