Í gjár vann Víkingur grannauppgerðina móti NSÍ. Úrslitið gjørdist 3-0. At síggja til skoraði Finnur Justinussen øll trý málini fyri Víking, men tað er dómarin ikki samdur í. Hann hevur skrivað tað fyrsta málið sum sjálvmál.
Les eisin: Finnur fær ikki sítt hattrick
Dysturin var hendingaríkur og tað vóru møguleikar til fleiri mál í báðum endum. Umframt tey trý málini, so hevði Víkingur eisini onkran annan stóran møguleika, men NSÍ helst má hava skotvenjing komandi tíðina, so illa sum teir raktu málið.
Les eisini: (Spælarametingar) Súni og Finnur vóru bestir
Støðan í hálvleikinum var 1-0.
Les eisini: Finnur var munurin
Les eisini: (Ljóðsamrøða) Skotvenjing við Løkin
Les eisin: (Ljóðsamrøða) Finnur: Eg eigi fyrsta málið
Fakta:
Víkingur – NSÍ 3-0(1-0)
1-0 Einar Tróndargjógv, 28 sjálvmál
2-0 Finnur Justinussen, 61
3-0 Finnur Justinussen, 77
Víkingur 4-4-2:
Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Heðin Hansen(Magnus Jarnskor , 89.min), Súni Olsen, Sølvi Vatnhamar(Gunnar Vatnhamar, 86.min) , Sámal Jákup Joensen(Hans Jørgen Djurhuus, 55.min) - Filip Djordjevic, Finnur Justinussen
Á bonkinum uttan at koma inn: Ingi Sørensen, Elias Rasmussen
NSÍ 4-2-3-1:
Andras Gango - Jónhard Fredriksberg, Jens Joensen, Einar Hansen, Monrad H. Jacobsen(Per Langgaard, 64.min) - Magnus Olsen, Haraldur R. Højgaard(Meinhard E. Olsen 85.min) - Andy Olsen(Sjúrður Jacobsen, 31.min), Jann Martin Mortensen, Árni Fredriksberg - Klæmint Olsen.
Á bonkinum uttan at koma inn: Karstin Hansen, Debes Danielsen
Gult kort: Magnus H. Olsen
Dómarin: Lars Muller