NSÍ var sera sannførandi á heimavølli ímóti uppflytarunum í 07 Vestur, sum fýra tær undanfarnu ferðirnar høvdu vunnið átta stig. At Ken Fagerberg longu í fyrra hálvleiki noyddist av vøllinum var dyggur smeitur hjá 07 Vestur.
Úrslitið við Løkin í Runavík var 4-0 heimasigur. Klæmint A. Olsen skoraði tvey tey fyrstu málini og er nú toppskjútti saman við Jón Krosslá Poulsen hjá Suðringum. Teir hava skorað seks mál. Miðverjin Jens Joensen økti til 3-0 eftir horna, og miðvallarin Petur Knudsen staðfesti rimmar NSÍ sigurin.
Trivaligi sigurin ber við sær, at NSÍ nú er á bronsuplássinum, meðan 07 Vestur framvegis er á sjeynda plássi.
Suðringar-KÍ 1-2 (0-1)
0-1: Jóannes Bjartalíð 39.
1-1: Jón Krosslá Poulsen 65.
1-2: Albert Adu 76.
EB/Streymur-HB (1-0)
1-0: Tóki á Lofti 45.
ÍF-Víkingur 1-1 (0-0)
1-0: Dánjal á Lakjuni 56.
1-1: Adeshina Lawal 82.
Skála-B36 2-2 (2-1)
1-0: Pætur Dam Jacobsen br 16.
1-1: Róaldur Jakobsen 24.
2-1: Brian Jacobsen 42.
2-2: Eli Falkvard Nielsen 83.
NSÍ-07 Vestur 4-0 (2-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 12.
2-0: Klæmint A. Olsen 43.
3-0: Jens Joensen 55.
4-0: Petur Knudsen 59.
Støðan eftir átta umfør:
KÍ 16 stig
Víkingur 14 stig
NSÍ 13 stig
Suðringar 12 stig
HB 10 stig
B36 9 stig
07 Vestur 8 stig
EB/Streymur 8 stig
Skála 6 stig
ÍF 6 stig
Níggjunda umfar:
Leygardagin 20. mai
NSÍ-ÍF
Sunnudagin 21. mai
KÍ-HB
Víkingur-TB/FCS/Royn
Skála-EB/Streymur
B36-07 Vestur