Video: Her vinnur Víkingur á Skála

Skála skoraði fyrst, men Víkingur svaraði aftur við trimum málum

Víkingur vann fyrsta dystin í 12. umfari av Effodeildini og legði seg við sigrinum á odda í deildini. Hinir fýra dystirnir verða spældir sunnudagin.

Víkingur var á vitjan á Skála, har vertirnir løgdu seg á odda við brotssparki.

Víkingur javnaði fyri hálvleikssteðgin, og í seinna hálvleiki tryggjaði Víkingur sær sigurin við tveimum málum.

Trýst á píin í myndini omanfyri og síggj samandrátt hjá Jóhan Thomsen.