Í Gøtu var tað leingi javnt millum Víking og Suðringar. Fróði Benjaminsen setti stutt undan hvíldini hol á eftir langt innkast í høgru. Átta minuttir eftir steðgin økti Andreas Lava Olsen eftir fína sending út frá í høgru, og miðverjin Erling Jacobsen staðfesti trivaliga 3-0 sigurin, tá ið hann var fyrstur á returbólti.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin
Fjórða tapið á rað ber við sær, at Suðringar nú eru dotnir aftur á fimta plássið.
Víkingur-Suðringar 3-0 (1-0)
1-0: Fróði Benjaminsen
2-0: Andreas Lava Olsen
3-0: Erling Jacobsen
Støðan:
KÍ 19 stig
Víkingur 17 stig
NSÍ 16 stig
B36 12 stig
TB/FCS/Royn 12 stig
HB 10 stig
Skála 9 stig
EB/Streymur 8 stig
07 Vestur 8 stig
ÍF 6 stig