Poul Kallsberg og liðfelagarnir í Hillerød spældu sunnudagin dyst á útivølli ímóti Esbjerg í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tá Poul kom á vøllin beint eftir steðgin stóð illa til hjá Hillerød. Esbjerg var á odda 2-0, og Frederik Heiselberg hjá Hillerød hevði brent eitt brotsspark.
Longu í øðrum minutti í seinna hálvleiki minkaði Tobias Arndal um munin til 2-1. Stutt undan dystarloki fekk Hillerød aftur brotsspark. Hesaferð var Berzan Kücukyildiz settur at skjóta, og hann sveik ikki álitið. Og so fekk Hillerød eitt gott stig við sær til Sælands.
Hillerød er fjórðfremst í deildini við 34 stigum.
Komandi leygardag klokkan 12 verður føroyingauppgerð, tá Hillerød á heimavølli tekur móti liðnum hjá Martini Agnarssyni, Aarhus Fremad.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Esbjerg-Hillerød 2-2 (2-0):
##med2##










