VIDEO: HJK Helsinki-Víkingur 3-1 (3-1)

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum millum HJK Helsinki og Víking

 

Føroyska luttøkan í Champions League undankappingini er liðug fyri í ár aftaná 1-3 tapið hjá Víkingi, og harvið samlaða 2-5 tapið ímóti greiða oddaliðnum í finsku landskappingini, HJK Helsinki sum hevur spent seg fíggjarliga og hevur keypt væl inn seinnu árini fyri at gerast finska svarið uppá Rosenborg.

 

At Víkingur er varpað úr meistarakappingini ber ikki við sær, at víkingarnir nú bara hava landskappingina at hugsa um. Ásetingarnir siga, at liðið, sum ikki megnar at spæla seg víðari í meistarakappingini, fær nýggjan møguleika í Europa League. Næsti dysturin hjá Víkingi í Europa verður um eina viku. Inntil tá fer Víkingur á venjingarlegu í Svendborg.

 

 

Útidysturin í næstu viku verður í Georgia ella í Hvítarusslandi.

 

Tað er eydnast okkum at fáa fatur í hæddarpunktunum frá dystinum í Helsinki, men sigast skal, at góðskan er ikki tann besta.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum HJK Helsinki og Víking.

 

HJK Helsinki–Víkingur 3–1 (3–1)

1 min Joao Klauss 1–0.

10 min Evans Mensah 2–0.

19 min Moshtagh Yaghoubi 3–0.

21 min Gunnar Vatnhamar 3–1.

HJK vann samanlagt 5-2