Video: - Hvat skalt tú siga um harðskap?

Í dag er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Sí her video um, hvussu tú skalt vera yvirfyri einum tú veitst, hevur framt harðskap.

Í dag er ST altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. 

 

At harðskapur er ein partur av samfelagnum í Føroyum er eingin ivi um. Ti hjá Kvinnuhúsinum hava tey áleið 15 familjur búgvandi árliga, har foreldur og børn eru rýmd undan einum maka, sum fremur harðskap. 


Samstundis fáa tey áleið 250 áheitanir árliga. 

 

Men spurningurin er, hvat hvør einstakur okkara kann gera fyri at basa harðskap móti kvinnum. Vit kenna ivaleyst øll onkran, sum hevur verið fyri harðskapi ella sum fremur harðskap. 

 

Skalt tú vera blíð/ur, skalt tú siga nakað ella er tað líkamikið?

 

Sí her video innslag, við at trýsta á pílin á myndini.