VIDEO: Ísland vann seg í millumumfarið

Vertstjóðirnar, Ungarn og Slovakia eru longu úti av EM-endaspælinum

Íslendingar hava enn einaferð vunnið seg í millumumfarið í einum endaspæli í manshondbólti. Tað hava teir ofta gjørt gjøgnum árini.

 

Íslendingar vunnu í kvøld ein sera flottan 31-30 sigur á Ungarn frammanfyri stórari ungarski áskoðarafjøld. Úrslitið merkir samstundis, at vertstjóðirnar Ungarn og Slovakia eru úti av EM-endaspælinum. Føroyar kunnu møta øðrum av hesum tjóðunum í HM-undankappingardystum í mars um lutakastið lagar tað so.

 

Niðurlond hava á fyrsta sinni vunnið seg víðari til eitt millumspæl í einum endaspæli í manshondbólti. Niðurlond vunnu 32-31 (17-13) á Portugal.

 

Ísland vann bólk B við seks stigum. Niðurlond hava fýra stig, Ungarn hevur tvey stig og Portugal hevur einki stig. Portugal er eisini eitt av liðunum Føroyar kunnu møta í mars. 

 

Tað kom einki mál í dystinum seinastu tríggjar minuttirnar. Tá var Bjørgvin Páll Gustávsson stóra hetjan hjá Íslandi við stórbjargingum. Bjørgvin Páll tá eisini bjargaði einum brotskasti.

 

Bjarki Már Elisson við níggju málum, og Ómar Ingi Magnússon við átta málum vóru eisini framúr hjá Ísland í kvøld. 

 

Gongdin í dystinum: 2:2, 6:6, 9:9, 12:13, 14:15, 17:17, 20:19, 22:23, 25:25, 26:26, 29:29, 30:31. (Kelda; Morgunblaðið)

 

Ísland – Ungarn 31-30 (17-17)

 

Ísland : Bjarki Már Elisson 9, Ómar Ingi Magnússon 8, Sigvaldi Guðjónsson 5, Gisli Kristjánsson 4, Aron Pálmarsson 2, Elvar Jónsson 1, Ýmir Gislason 1, Elliði Viðarsson 1.

 

Ungarn : Bence Banhidi 6, Zoltan Szita 5, Dominik Mathe 4, Pedro Rodrigez 4, Richard Bodo 3, Mate Lekai 3, Petar Topic 2, Bendeguz Boka 2, Gabor Ancsin 1

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Ísland og Ungarn: 

 

##med2##