- Vit hava uttan iva spælt ein betri dyst enn nógv av tykkum høvdu væntað. Soleiðis segði høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen á tíðindafundinum í Vilnius í Litava aftaná 1-1 javnleikin millum Zalgiris og KÍ í Europa League undankappingini.
Mikkjal Thomassen iðrar seg um málið Zalgiris skoraði í Gundadali í 90. minutti. Eitt mál sum gav Zalgiris ein samlaðan 3-2 sigur.
Mikkjal Thomassen staðfesti eisini, at Zalgiris hevði fleiri royndir enn KÍ í evropeiskum høpi, og tað sást tíðum í dystinum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr nakað av tí sum Mikkjal Thomassen segði á tíðindafundinum aftaná dystin í Vilnius í Litava.
Talan er um eina upptøku frá YouTube rásini hjá Zalgiris.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum í Vilnius sum YouTube rásin hjá Zalgiris hevur lagt út.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.