Fyri tveimum vikum síðani kom nýggja útgávan hjá Hamferð á marknaðin. Útgávan, sum plátufelagið Metal Blade Records stendur fyri, kallast »Támsins likam«.
Hamferð hevur gjørt video, sum er teknað við hond, málað og sett saman av Costin Chiroeanu, sum eisini hevur gjørt húsan til útgávuna. Hendan video er gjørd til sangin »Hon syndrast«, sum leggur fyri orðunum »Knús hendan klettin«.
– »Támsins likam« styrkir og byggir víðari uppá ljóðheimin, ið Hamferð hevur skapt við fyrrverandi útgávum og er, eftir okkara tykki, eitt stórt lop fram fyri okkum, bæði tá tað kemur til lagsmíð, skaldskap og heildarframbering, sigur Jón Aldará, sangari í Hamferð, um nýggju útgávuna.
Omanfyri ber til at síggja video og hoyr sangin »Hon syndrast«.