Video: Krúnprinsurin í Dubai er í Føroyum

Føroyar hava júst havt forkunnuga og óalmenna vitjan av krúnprinsinum í Dubai

Fyrradagin lendi eitt stórt flogfar úr Dubai í Vágum. Men tað var ikki greitt, hví tað kom. Nú kann so staðfestast, at tað allarhelst hevur verið krúnprinsurin í Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum, sum er komin til Føroya við tí.


Hendan niðurstøðan er gjørd eftir, at Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum, sum vanliga nevnur seg "Fazza", hevur lagt fleiri myndir og videobrot úr Føroyum út á sín Instagramvanga.

 

Krúnprinsurin verður av enska blaðnum, The Independent, umtalaður sum "kongurin av Instagram". Út frá hansara næstan 2.000 myndum, kann staðfestast, at hann er rættiliga aktivur Instagrambrúkari við 6,4 milliónum fylgjarum. 


Á videobrotinum omanfyri sæst ein samling av hansara "stories" frá í gjár á Instagram. Fyrsta brotið byrjar á (0:14)


"Fazza" leggur á sínum Instagramvanga myndir út, har hann saman við fleiri m.a. hevur verið og sæð Gásadalsfossin og etið á Hotel Føroyum.

 

Myndirnar, sum hann hevur lagt út av Gásadali, hava longu fingið nógvar afturmeldingar - 138.000 fólk hava dámt ta einu myndina, og yvir 3.000 viðmerkingar eru.

 

Mann veit ikki, hví hann hevur verið her, men hann er allarhelst farin avstað aftur klokkan 08:00 í morgun. 

 

Krúnprinsurin í Dubai er ein aktivur krúnprinsur, sum ger nógvan ítrótt. Hann ríðir, hoppar fallskíggja, koyrir rasarabil og kavar. Hann hevur vunnið fleiri heiðursmerki í kappríðing. Umframt at íðka nógvan ítrótt er hann eisini yrkjari burturav. Hann ferðast eisini nógv - og nú ferðast hann í Føroyum.

 

Instagramvangin hjá "Fazza" sæst her.