Video: Kristel við nýggjum sangi

Her kanst tú síggja nýtt videolag

Songkvinnan Kristel Lisberg gevur í dag út nýggjan sang, og samstundis er nýtt videolag til sangin útkomið. Sangurin eitur »I Only Want You«.

Íslendski framleiðarin Svein Rúnar Sigurðsson, sum er kendur innan Eurovision heimin, og litvaski Grammy-vinnarin Gytis Valickas hava framleitt nýggju sangirnar. Sangurin er upptikin í Litava.

– Hendan nýggja sangin havi eg havt liggjandi í skuffuni í fleiri ár. Eg gjørdi fyri nøkrum árum síðani tríggjar demoinnspælingar, men eg var ikki nøgd við tær og legði sangin til síðis ein tíð. Síðan havi eg arbeitt meira við sanginum, broytt lagið nakað, og tá ið Svein Rúnar gjørdi eina demo, fann eg umsíðir rætta ljóðið til sangin, sigur Kristel Lisberg.

Nýggi sangurin er kærleiksballada, sum er nakað ljósari í ljóðinum enn undanfarnu sangir hjá Kristel.

– Vit hava gjørt nógv burtur úr hesari video, og tað hevur verið hart arbeiði at gera allar upptøkurnar. Men eg vóni, at fólk fara at dáma úrslitið, sigur hon.

Póllendingurin Karol Truszynki (Tru Studio) hevur framleitt videolagið.

Samrøða við Kristel Lisberg kann lesast í Vikuskiftis-Sosialinum.

##med2##