VIDEO: Kroatiskur verjuspælari østi nógvar russar

Kroatiski verjuspælarin, Domagoj Vida hevur provokera russar við at rópa "Æra til Ukraina" í einum videofilmi

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA er hart ímóti tí tey nevna "politiskari diskriminering", og nógvir russar halda, at kroatiski verjuspælarin, Domagoj Vida hevur framt politiska diskriminering ímóti Russlandi og russarum.

Domagoj Vida skoraði til 2-1 til Kroatia í longdu leiktíðini, og var ein av teimum sum skoraði fyri Kroatia í brotssparkskappingini í fjórðingsfinaluni ímóti Russlandi, og hann er stórliga fagnaður heima í Kroatia.

Men stutt aftaná dystin ígjár legði hann eitt videobrot út á Twitter, har hann er saman við talentspeidaranum, Ognjen Vukojevic, ið er talentspeidari hjá ukrainska stórliðnum, Dynamo Kiev.

Á videobrotinum hoyrist og sæst Domagoj Vida rópa: "Æra til Ukraina".

"Æra til Ukraina" var slagorðið sum var nýtt undir ukrainsku kollveltingini í 2014, tá ein Russlands-vinarligur forseti var rikin frá valdinum. Stutt aftaná hertóku russar Krim-hálvoynna.

Andrej Pavelko sum er forseti í ukrainska fótbóltssambandinum hevur koyrt enn meira bensin á bálið við alment at boða frá, at allir ukrainar kendu seg sum kroatar ígjár, og høvdu stóra frægd av, at Kroatia sendi Russland úr HM-kappingini.

FIFA hevur kannað málið, og um Domagoj Vida skal hava eina revsing fyri politiska boðskapin. Domagoj Vida roynir at slætta sjógvin, og sigur við altjóða miðlar, at talan var um ein sigur fyri Kroatia, og hann hevur góðar vinir í Kiev í Ukraina, og meinta tað bara sum skemt. Domagoj Vida leggur eina við, at hann heldur nógv av russarum, og teir skulu bara taka boðskapin á videofilminum sum skemt.

Fyri løtu síðani gjørdist tað greitt, at FIFA fer ikki at revsa Domagoj Vida, og tí sleppur hann at byrja inni í HM-hálvfinaluni ímóti Onglandi.

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr og síggj Domagoj Vida rópa: "Æra til Ukraina" á einum videofilmi, ið er nógv deildur á sosialu miðlunum í Russlandi, Ukraina og Kroatia í dag.

Kroatia spælir HM-hálvfinalu ímóti Onglandi, mikukvøldið klokkan 19.