VIDEO: Liðið hjá Olafi Bárðarsyni tapti á heimavølli

(Video) Her eri ein samandráttur frá dystinum Sandnes ULF-Odd 1-3 (1-1)

Olaf Bárðarson fekk 62 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, Sandnes ULF á heimavølli tapti 1-3 fyri gamla liðnum hjá Gilla Rólantssyni, Odd.

 

Longu í fjórða minutti legði útiliðið seg á odda. Ein hálvur tími var leiktur tá Ole Sebastian Sundgot javnaði til 1-1. Løtu seinni vóru teir hjá Sandnes snýttir fyri eitt upplagt brotsspark. Í seinna hálvleiki skoraði útiliðið tvær ferðir. Fyrra málið var heldur heppið, og var ætlað sum eitt innlegg.

 

Sandnes ULF hevur einki stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar. 

 

Mánakvøldið 20. apríl klokkan 18 spælir Sandnes dyst á útivølli móti Lyn Oslo.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Odd 1-3 (1-1):

 

##med2##