VIDEO: Liðið hjá Samuel javnaði í yvirtíðini

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum SJK Seinäjoki-Ilves 1-1 (0-1)

Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki høvdu í dag dyst á heimavølli móti Ilves í bestu finsku hondbóltsdeildini.

 

Ilves legði seg á odda longu í fyrsta minuttinum av dystinum, og teir vóru leingi á sigurskós. Vanliga leiktíðin var farin, tá tað eydnaðist brasilska áleyparanum, Rangel at fáa bóltin í netið, og harvið tryggja SJK eitt stig. 

 

Fyri sítt avrik fær Samuel frá Soccerstand karakterin 6,8 (av 10 møguligum). 

 

SJK er nummar átta í deildini við fimm stigum fyri fimm dystir.

 

Komandi fríggjakvøld hevur SJK dyst á útivølli móti KuPs. 

 

HER ber til at síggja ein longri samandrátt frá dystinum SJK-Ilves 1-1 (0-1):

 

##med2##