VIDEO: Málini frá dystinum í Bern

(Video) Síggj málini frá dystinum Young Boys Bern-KÍ 3-1 (0-0)

KÍ fall við æru í dystinum á útivølli í Champions League undankappingini móti Young Boys Bern.

Fyrri hálvleikur var framúr góður, KÍ helt málið reint og hevði møguleikar til at leggja seg á odda.

Seinni hálvleikur var nakað slakari. Young Boys kom á odda tíðliga í seinna hálvleiki, og løtu seinni var støðan 2-0.

Men KÍ stríddist manniliga, og í 78. minutti fekk Jonn Johannesen spenning aftur í dystin tá hann fekk beint bóltin í málið við handaru stong. Løtu seinni fekk Bern aftur mál, men eftir stendur eitt gott avrik hjá KÍ.

HER ber til at síggja málini frá dystinum. Málini eru júst komin út á YouTube, og tí er myndagóðskan ikki tann besta: 

##med2##

Young Boys – KÍ 3-1 (0-0)

1-0: Jeanne-Pierre Ensame 51.

2-0: Mirael Sulejmani í 57.

2-1: Jonn Johannesen 79.

3-1: Nicolas Moumi Ngmaleu 82.

KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Jóannes Bjartalíð (Boris Dosljak, 89.), Deni Pavlovic (Jonn Johannesen, 77.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen - Ole Erik Midtskogen (Steinbjørn Olsen, 93.), Páll A. Klettskarð

Á beinkinum: Geza Túri, Dávid Langgaard, Ólavur Niclasen, Børge Petersen

Gult kort: Páll A. Klettskarð, Deni Pavlovic, Patrik Johannesen, Jákup B. Andreasen

Venjari: Mikkjal K. Thomassen