FSF skrivar:
- Um vikuskiftið vóru allir úrmælingadómararnir, -hjálpardómararnir og -eygleiðararnir á skeið, har síðsta hond varð løgd á fyrireikingarnar til komandi kappingarár
——————
Fríggjakvøldið í næstu viku verður hol sett á MeistaraDeildini 2026 hjá monnum. Ársins fyrsti dystur verður Inni í Vika á Argjum, har AB fær vitjan av B68.
Men eingin dystur uttan dómarar.
Um vikuskiftið vóru allir úrmælingadómarar, -hjálpardómarar og -eygleiðarar á skeið á Hotel Føroyum, har síðsta hond bleiv løgd á fyrireikingarnar til komandi kappingarár.
Ein av teimum, sum aftur í ár verður at síggja við vallirnar, er Dan Højgaard. Seinnapartin fríggjadagin fekk FSF varpið orðið á Dan, sum millum annað greiðir frá, hvat er nýtt í fótbóltslógini, og hvat vit serliga koma at leggja merki til í hesum kappingarárinum.
HER ber til frá FSF-varpinum at síggja og hoyra samrøðu við Dan Højgaard, fótbóltsdómara:
##med2##











