VIDEO: Messi skoraði í sínum fyrsta dysti fyri Inter Miami

(Video) Síggj vakra frísparksmálið hjá Lionel Messi, ið tryggjaði Inter Miami ein 2-1 sigur á Cruz Azul úr Meksiko

Lionel Messi spældi í dag sín fyrsta almenna dyst fyri Inter Miami.

 

Talan var um dyst á heimavølli í Norður- og millumamerikonsku Liga Cup kappingini, har Inter Miami á heimavølli tók móti meksikanska liðnum, Cruz Azul.

 

Lionel Messi byrjaði ikki dystin fyri Inter Miami, men kom á vøllin tá 54 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Tá 94 minuttir vóru farnir av dystinum fekk Inter Miami fríspark uttanfyri brotsteigin við støðuna 1-1.

 

Tá tók Lionel Messi og sendi frísparkið hegnisliga í netið, og tryggjaði hann harvið Inter Miami ein 2-1 sigur.

 

HER ber til at síggja ótrúliga vakra frísparksmálið hjá Lionel Messi:

 

##med2##